Norðurlandahúsið fekk í november 2016 nýtt búmerki. Búmerkið hevur, eins og hjá øllum stovnunum undir Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum, norðurlendska svanin, sum eyðkennismerki. 

Svanurin umboðar álit, rættvísi og frælsi. Í fleiri enn 30 ár hevur hann verið ímyndin av norðurlendska samstarvinum. Nýggi norðurlendski svanin er eitt einkult, sterkt og opið merki við einum svana, sum flýgur frameftir. Opinleiki er ein týdningarmikil grundhugsjón í norðurlendska samstarvinum - eitt samstarv, sum er opið fyri nýggjum hugsanum, hugskotum og samstarvsfeløgum.

Nýggja búmerkið skal nýtast á øllum nýggjum tilfari. Á tilfari, sum longu er framleitt, kann gamla búmerki standa til og við 31. desember 2017, men eftir hetta skal gamla búmerkið verða burtur. 

 

Tak nýggja búmerkið niður:

Føroyskt búmerki

Dansk logo

English logo 

 

Vegleiðing til hvussu búmerkið kann brúkast er at finna her.

Upp aftur