Listaleypurin

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið , Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag skipa fyri við stuðli frá Mentamálaráðnum til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.

Eitt fjølbroytt listarligt tilboð verður fyriskipað hvørt ár.

Dentur verður lagdur á at náa ymsum aldursbólkum og at spjaða sýningarnar um alt landið. Tær listafólkavitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlunum í kommunum, sum hava valt at luttaka í verkætlanini.

Lærarar og næmingar kunnu í felag bíleggja listaverk, og verkætlanarleiðarin skipar fyri framførslu/framsýningarskrá í samráð við skúlarnar og listafólkini.


Eftir sera væl móttikna royndarskeiðið hjá Listaleypinum 2008-2010 eru allir partar samdir um at skipa fyri framhaldi av verkætlanini, umframt at breiðka um tilboðini, so at forskúlanæmingar og elstu barnagarðsnæmingarnir eisini kunnu fáa vitjan.

Fyrimynd er eitt norskt átak, ið ber heitið “Den kulturelle skolesekken”. Henda verkætlan hevur fleiri ár á baki og røkkur nú um alt landið við fleiri hundrað framsýningum um árið.

Faldarin fyri skúlaárið 2010-11 er sendur til skúlarnar 16. august 2010. Faldarin liggur eisini sum pdf í høgra breidda.
Samband og kunning: hedvig@nlh.fo

Samband
Hedvig Westerlund-Kapnas,
verkætlanarleiðari
Norðurlandahúsið í Føroyum
P.O.Box 1260
FO-110 Tórshavn
tlf 210125
teldupostur: hedvig@nlh.fo

Faldari til skúlar 2010-2011

Umsóknarskjal til listafólk