Endamál
Endamál og úrtøkusáttmáli millum Ráðharraráð Norðurlanda
og Norðurlandahúsið í Føroyum
1.1.2009 - 31.12.2011
1. Sáttmálastøða
Hesin sáttmáli er gjørdur millum Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandahúsið í Føroyum at galda í tíðarskeiðinum 1.1.2009 - 31.12.2011 og er – uttan at vera ein sáttmáli við løgfrøðiligum gildi – eitt stjórnar- og ætlanarskjal.
2. Stevnumið fyri Norðurlandahúsið í Føroyum
Setningur
• Norðurlandahúsið í Føroyum skal miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond og skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk. Húsið skal eisini vera opið fyri tiltøkum og virksemi, sum ikki neyðturviliga eru fingin í lag av húsinum sjálvum.
• Norðurlandahúsið í Føroyum skal vera amboð og verkstaður fyri nýskapandi fyritaksemi, sum styrkir Norðurlond og Føroyar í alheimsgeringini.
• Norðurlandahúsið í Føroyum er partur av einum virknum samstarvi við føroyska ferðavinnu og føroyskt vinnulív við tí fyri eyga at fremja ráðstevnu- og fundarvirksemi í Norðurlandahúsinum og í Føroyum
• Norðurlandahúsið í Føroyum skal vera opið fyri nýggjum uppgávum, sum hava støði í raðfestingum hjá Ráðharraráði Norðurlanda
Visjón
Norðurlandahúsið í Føroyum ynskir
• Góðsku – at menna føroyska mentanarlívið í samstarvi við okkara samstarvsfelagar
• Knýting – at skifta um vitan, sum setur mentanarligt virksemi í brennidepilin
• Alheimsgerð – og harvið menna Norðurlond í heiminum og heimin í Norðurlondum
• Kunningarmiðlan, sum tryggjar, at Norðurlandahúsið verður sjónskt í tjóðarligum og norðurlendskum høpi
• Økja eginfíggingina við eitt nú at fáa fleiri norðurlendskar/ altjóða ráðstevnur til Norðurlandahúsið og til Føroya
• Framhaldandi skapa fólkslig tiltøk og framúr góðar mentanarupplivingar
Virði
Virði Norðurlandahúsins eru
• Skapan og nýmenning
• Gleði og nøgdsemi
• Framgongd og góð úrslit
• Eldhugi og toymisarbeiði
• Trúvirði og góðska
Norðurlandahúsið í Føroyum leggur dent á at hava eitt virkið samráð og samstarv við viðkomandi stovnar í norðurlendska samstarvinum, eitt nú leggja vit okkum serstakliga eftir at menna samstarvið, sum vit hava við Norðurlandahúsið í Álandi, NAPA í Grønlandi, NIFFIN í Finnlandi, Norðurlandahúsið í Reykjavík og Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn. Norðurlandahúsið í Tórshavn fer at virka fyri at fáa samstarvsfelagar í Skotlandi, Írlandi og Hetlandi í eitt útnorðursamstarv á mentanarøkinum og harvið uppraðfesta norðurlendska økið.
Somuleiðis raðfestir Norðurlandahúsið í Føroyum eitt tætt samstarv við føroyskar myndugleikar, mentanarstovnar og teir yrkismentanarligu felagsskapirnar.
Útgangsstøðið fyri virksemið er Norðurlandahúsið í Føroyum, men eisini tað framleiðslutól, sum er fingið til vegar til virksemi uttan fyri Tórshavn og í minni mun til hini norðurlendsku londini og teirra nærøki.
3. Virksemisøki og stevnumið í tíðarskeiðinum 2009-2011
Høvuðsøki
1) Børn og ung
2) Vaksin
3) Kulturkontakt Nord og Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
4) Mentan og vinnulív
5) Alheimsgerð
6) Kunning
7) Røkt
8) Umsiting, starvsfólk og javnstøða
3.1. Mentanarverkætlan fyri børn og ung
Vit fara at halda á at menna arbeiðið við og fyri teimum ungu.
Tað verður lagdur serligur dentur á samstarvið millum mentanarfólk á staðnum og húsið.
Vit vilja leggja áherðslu á virksemi, ið fevnir um tónleik, sjónleik og skaldskap, myndlist og nýggjar miðlar.
Tann mentanarligi listaleypurin, sum varð lagdur fram í 2008, er eitt ítøkiligt samstarv millum Mentamálaráðið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. Verkætlanin verður roynd og eftirmett innan 2011.
Harumframt fara vit at savna okkum um samstarv við aðrar norðurlendskar stovnar og verkætlanir í Norðurlondum.
Góðskumál:
Norðurlandahúsið fer at seta á stovna eitt torg (forum) fyri tey ungu, við listarligum ágrýtni, og samstarv við onnur ungfólk og harvið meta og menna sín førleika. Harumframt er eitt av stevnumiðum okkara, at virksemið verður tikið við sum ein partur av undirvísingini, soleiðis at virksemið eisini verður ein partur av tí almenna lærdóminum.
Framleiðslumál:
Húsið skal skipa fyri einum stórum tiltaki annaðhvørt ár og einum minni hini árini.
Tal á tiltøkum 15
Tal á vitjandi 3.000
Eftirmeting:
Tiltøkini skulu eftirmetast við atliti at, hvørja ávirkan og týdning tey hava fyri ungdómsmentanina, við upplýsingum um tað, sum spyrst burtur úr tiltøkunum, bæði tá ið tað snýr seg um føroyska mentan uttanlands og virksemi í Føroyum.
3.2. Mentanarverkætlanir fyri vaksin
Norðurlandahúsið fer at sýna fram norðurlendska list og mentan fyri tí føroyska almenninginum á einum høgum stigi og stuðla føroyskari mentan og føroyskari mentanarframløgu fyrst og fremst í Norðurlondum, bæði tí nýskapandi og tí siðbundnu. Dentur verður lagdur á tiltøk, sum gagnnýta førleikan hjá húsinum og gera húsið sjónligt og sum vísa ta norðurlendsku breiddina á øllum listaøkjum.
Í sáttmálaskeiðinum fer Norðurlandahúsið í Føroyum at halda fram at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar, føroyskt vinnulív og føroysk listafólk.
Góðskumál:
At gerast sjónlig og fáa ávirkan við at leggja áherðslu á góðskutiltøk, sum fáa listafólkini at stremba hægri og sum fáa almenningin at seta størri krøv til mentanartiltøk.
Framleiðslumál:
Tal á tiltøkum 90
Tal á vitjandi 35.000
Tal á tiltøkum uttan fyri Tórshavn 30
Eftirmeting:
Tiltøkini í húsinum verða alsamt eftirmett fyri á henda hátt at tryggja, at Norðurlandahúsið er eitt stig fremri á mentanarøkinum.
3.3. Mentanar- og kunningartekt á staðnum
Norðurlandahúsið skal virka sum sjónliga fótafestið hjá Ráðharraráði Norðurlanda og fer við vælútbygdum netverkum til mentanarfólk á staðnum at síggja til, at listafólk o.o. á staðnum fáa møguleika at taka lut í teimum nýggju mentanarætlanunum.
Húsið má tí halda á at byggja út mentanarnetverkið á staðnum og síggja til, at netverkini alsamt verða dagførd.
Húsið má styrkja sítt kunningarvirksemi á metanarøkinum, bæði í sambandi við kunning til møguligar luttakarar í tí norðurlendska mentanarsamstarvinum og til fólkið í Føroyum sum heild.
Høvuðskunningarstøðið undir stovninum er heimasíðan og tað at breiða út mánaðarskráir, seta upplýsingar í dagbløðini, at bjóða inn til framsýningar, at gera kunningarfaldarar til størri tiltøk umframt at gera kunningarfaldara um húsið.
Húsið fer í framtíðini at savna seg um at seta orku av til kunningararbeiði bæði innlendis og í Norðurlondum.
3.4. Vinnu- og mentanarferðavinna
Við tað at Norðurlandahúsið varð útbygt við eini nýggjari ráðstevnudeild, sum verður dagførd við tøkniligari útgerð, fer Norðurlandahúsið at kunna metast ájavnt við tær flestu norðurlendsku ráðstevnudeplarnar. Vit hava tí eisini fingið í lag eitt strategiskt samstarv við Schäfergården, Hanaholmen og Voksenåsen, so vit kunnu gerast sjónligari á tí norðurlendska ráðstevnumarknaðinum.
Norðurlandahúsið fer í samstarvi við teir føroysku samstarvsfelagarnar og stjórnardeildirnar at vera við til at stuðla fleiri miðvísum framtøkum fyri at styrkja korini fyri búskaparligan vøkstur og øktari mentanarframleiðslu í mentanar- og upplivingarbúskapinum, samstundis við at hetta virksemi fer at vera til gangs fyri mentanarferðavinnuna. Norðurlandahúsið hevur boðið út kaffistovuraksturin til Hotel Føroyar. Annaðhvørt ár verður endursamráðst um sáttmálan.
3.5. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Norðurlandahúsið er avgreiðslustova fyri Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, og tað er gjørdur ein serstakur verkætlanarsáttmáli um tað.
Virksemið hjá avgreiðslustovuni fevnir um at samskipa arbeiðið hjá metingarnevndini, at hava samband við tey tilnevndu listafólkini og at savna inn og senda út verk, CV o.a.
3.6. Alheimsgerð
Í tí alheimsgjørda heiminum eru vit øll útjaðari og miðdepil samstundis, og tí kunnu vit av røttum halda upp á, at Norðurlandahúsið í Føroyum er ein natúrligur miðdepil fyri lutvirksemi í alheimsgerðarframtøkum Norðurlandaráðsins. Vit kunnu hava leiklutin bæði sum verkstaður og sum amboð í sambandi við tey framtøk, sum Norðurlandaráðið fer at seta í verk.
Norðurlandahúsið í Føroyum er varugt við, at eitt meira miðvíst avrik fer at krevja ein serkunnleika, sum húsið ikki er ført fyri at veita sum nú er.
Norðurlandahúsið starvar undir alsheimsgerðarevninum við Útnorður sum eitt høgt raðfest átaksøki.
3.7. At røkja húsið og tøkniligu útgerðina
Góðskumál:
At síggja til, at ognin verður nýtt og røkt, soleiðis at tað upprunaliga íløguvirðið verður varðveitt, og at tøknin í húsinum verður dagførd í samsvari við virksemið í húsinum.
Framleiðslumál:
Ein trý ára umsitingarætlan verður gjørd, sum verður framd innan fyri ásettar fíggjarkarmar. Umsitingarætlanin hevur útgangsstøði í einari støðufrágreiðing, sum eisini verður gjørd fyri trý á í senn. Hettar arbeiðið verður dagført árliga.
Eftirmeting:
Vaktmeistararnir hjá húsinum gera eina støðufrágreiðing um røkt og nýútvegan við støði í umsitingarætlanum og støðufrágreiðing.
4. Umsiting og leiðsla
4.1. Starvsfólk og skipanarmenning
Stovnurin skal tryggja eina starvsfólkasamanseting eftir norðurlendskum leisti. Tilgongdin at seta starvsfólk í starv og seta tey inn í arbeiðið eigur at verða góðskutryggjað, so tað kann vera við til at fremja endamálið hjá virkinum.
Stovnurin skal eisini tryggja, at arbeiðsumhvørvið, bæði fysiskt og psykososialt, er í samsvari við føroyskar lógir og aðalmál. Harumframt skulu tær starvsfólkafyrisitingarligu leiðreglurnar/mannagongdirnar á stovninum virka munadygt og í samsvari við galdandi lógir og reglur í heimlandinum. Harumframt skal Norðurlandahúsið tryggja, at starvsfólkið alsamt fær eftirútbúgving.
4.2. Javnstøða:
Øll størv á stovninum skulu kunna setast av báðum kynjum, og vit vilja leggja okkum eftir at fáa eina starvsfólkasamanseting, ið javnvigar við atliti at kyni. Virksemið á stovninum skal fyrireikast á tann hátt, at bæði menn og kvinnur hava møguleika fyri at vera við. Stovnurin skal i sambandi við ætlanir og avgerðir meta, hvussu stovnurin ávirkar bæði kynini og hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri javnstøðuna. Høli og virksemi á stovninum skulu lúka høg krøv í sambandi við, at húsið verður atkomiligt hjá teimum, ið eru rørslutarnað.
4.3. Fíggjarstýring:
Fíggjarstýringin skal fara fram í samsvari við fíggjarreglurnar, ið eru ásettar av Ráðharraráði Norðurlanda og sambært teimum roknskaparreglum, sum eru ásettar fyri stovnin. Ársroknskapurin verður gjørdur og sendur til grannskoðara stovnsins og avgreiðslustovuna hjá Ráharraráði Norðurlanda í seinasta lagi 15.2. í fylgjandi roknskaparári. Tá ið ræður um árliga peningabýtið til virksemisøkini í 2006-2008 verður vent aftur til málið á teimum árligu frásagnarfundunum. Húsið sendir eitt uppskot um býti síðst í undanfarna ári.
Góðskumál:
At raksturin verður lagdur væl til rættis í mun til almenningin, vitjandi og starvsfólk: Almenningurin verður settur í miðdepilin hjá øllum yrkisbólkum.
Framleiðslumál:
Fyrisitingarligar mannagongdir í húsinum skulu gjøgnumgangast og arbeiðsuppgávur allýsast, og fyri hvørt starvsfólk verða starvslýsingar gjørdar.
Dentur skal leggjast á at útbúgva starvsfólkini og at hava samband við aðrar norðurlendskar stovnar.
Eftirmeting:
Leiðslan í húsinum skal kanna, um ynskta góðskan er rokkin og um arbeiðsgongdin er vorðin munadyggari og síðan leggja úrslitið fyri á fundi við starvsfólkið.
5. Fígging
Ráðharraráð Norðurlanda setur 12.825.000,- DKK árliga til taks hjá stovninum sum ætlanarkarm fyri tíðarskeiðið 2009-2011: Í hesum karmi eru 500.000,- DKK á hvørjum ári markaðar til at røkja húsið við. Árliga játtanin frá Ráðharraráði Norðurlanda samsvarar við 92% av støðisfíggjarætlanini fyri húsið í tíðarskeiðinum 2009-2011, og 8% av støðisfíggjarætlanini rindar Føroya landsstýri. Ætlanarkarmurin er í føstum prísum (prísum i 2009). Eitt møgulig prísendurgjald fer fram eftir avgerð hjá samstarvsráðharrunum. Avgerðin um veitingina frá Ráðharraráði Norðurlanda, í sáttmálaskeiðinum, fer fram árliga og sum við øllum øðrum fíggjarætlanaravgerðum er hon treytað av, at tjóðtingið góðtekur tað. Við støði í árligu fíggjarætlanarviðgerðum hjá Ráðharraráði Norðurlanda kunnu møguligar broytingar í ætlanarkarminum fyri einstøk ár í sáttmálaskeiðinum gera tað møguligt at endursamráðast um sáttmálan. Stovnurin kann eiga uttanhýsis inntøkur fyri at fíggja virksemið í tíðarskeiðinum. Tað skal bæði gerast ætlan um tær og frágreiðing skal latast um tær fyri hvørt roknskaparár. Møguligur vinningur/hall skal flytast til næsta fíggjarár, samanber reglur, ið galda fyri Ráðharraráðið.
6. Ársfrágreiðing
Ein árlig frágreiðing verður myndað við atliti at stevnumiðum og krøvum í galdandi sáttmála og teimum leiðreglum fyri ársfrágreiðing, sum verða ásettar av Ráðharraráði Norðurlanda. Stovnurin skal lata inn ársfrásøgn í seinasta lagi 15. februar árið eftir. Hvørt ár verður ein frásagnarfundur millum stovnin og skrivstovu Ráðharraráðsins fyri at taka samanum og gjøgnumganga úrslitini. Serliga verður greitt frá framtøkum, sum skunda undir framleiðslu og úrslit.
7. Formalia
Avgerð um veitingina frá Ráðharraráði Norðurlanda í sáttmálaskeiðinum verður viðtikin sum allar aðrar fíggjarætlanaravgerðir treytað av, at tjóðtingið í landinum góðtekur tað. Við politiskar umraðfestingar/fíggjarætlanarsparingar fyriliggur møguleikin fyri at endursamráðast um sáttmálan.
Sáttmálin er góðkendur av stýrinum fyri stovnin tann 18.10 2008 og embætisnevndini fyri norðurlendskt mentanarsamstarv tann xx.xx 2008.
Vegna Norðurlandahúsið í Føroyum Vegna Ráðharraráð Norðurlanda
Niels Halm Halldor Asgrimsson
stjóri aðalskrivari
|