
Framsýningin "Eitt friðartræ úr Japan" er í húsinum til og við 21. oktober.
Fyri fyrstu ferð er Norðurlandahúsið karmur um eina japanska
listaframsýning. Talan er um fimm listafólk úr Japan, ið eru knýtt at
ella eru útbúgvin frá kenda listaakademinum NUA, Nagoya University of
Arts.
Sigrun Gunnarsdóttir varð í 2005 og 2006 bjóðað at luttaka á workshop í
Remisen í Brande saman við listafólkum úr øllum heiminum, og soleiðis
kom sambandið við NUA í lag.
Ì fleiri ár hevur Remisen í Brande valt út tvey listafólk at fara til
Japan, og Sigrun varð í 2008 bjóðað at verða við á slíkari workshop á
Nagoya University of Arts.
Uppihaldið, ið vardi í tveir mánaðar, gjørdist byrjanin til vinarband og
samstarv millum føroysk og japansk listafólk, sum eisini vitjaðu í
Føroyum fyri trimum árum síðani.
Hetta samstarv hevur slóað fyri, at japansk listaframsýning nú á fyrsta sinni verður at síggja í Føroyum.
Japansku listafólkini eru fimm í tali, og tey siga soleiðis um Føroyar og framsýningina:
“Føroyar hava eina stórfingna náttúru, so nógv øðrvísi enn Nagoya, har ið vit búgva.
Vit eru sera takksom fyri, at framsýningin kann verða eitt sovorðið stað, og vit vanta eina stóra ávirkan av ferðini.
Ætlanin er, at framsýningin skal ferðast í Nagoya og Osaka í 2013. Vit
vóna, at framsýningin fer at fáa vælvilja og vinarband í lag millum
Føroyar og Japan.
Vit takka øllum, ið tað viðvíkur, fyri hesa framsýning.”
Listafólkini eru hesi:
Masayuki Nishimura, f. 1957, býr í Nagoya og er professari á
Nagoya University of Arts. Um sítt arbeiði sigur Nishimura: “Tá eg máli,
hugsið eg um barnið ‘Stillur minniluti’, sum líður skaðan av kríggi
ella hungursneyð. Tema í arbeiðinum er ‘leitan eftir hóskandi orði’.”
Minako Kato, f. 1977, hevur lisið á Nagoya University of Arts og
undirvísir í dag m.a. á NUA. Kato sigur so um sítt arbeiði: “Tá eg
tekni við einum blýanti á pappír, sær tað út eins og eg havi eina
samrøðu við eina plantu. Eg vil granska ein form av smálutum, sum eru
innan í mær sjálvum.”
Mai Shibata, f. 1979, hevur lisið á Nagoya University of Arts.
Shibata sigur seg mála um lívið. “Tá eg var í Føroyum, sá eg náttúruna,
eg sá nógvar bátar, eg sá fiskimenn, sum arbeiddu á sjóvnum, og eg sá
nógvar fiskimásar í luftini. Eg hugsaði, at teirra lív halda fram frá
gomlum tíðum, og tað er týdningarmikið.”
Licca Ito, f.1981, hevur lisið á Nagoya University of Arts. Ito
sigur soleiðis: “Tá eg byrji eitt prent, samráðist eg við mínar
arbeiðslutir. Síðani máli eg á plátuna og prenti á pappírið.
Lutir gera meg glaðan, og teir síggja út sum fjøll, trø, sjógvur og
blómur, lutir í náttúruni. Eg umhugsi at liva í einingi saman við
náttúruni.”
Noriko Ishida, f, 1983, hevur lisið á Nagoya University of Arts.
Ishida sigur so: “Eg fari at reflektera meg sjálvan í arbeiði, tað er
ein sjálvur í ófullfíggjaðum veruleika. Eg fái íblástur til mítt arbeiði
úr mínum minni, dagliga lívi og onkuntíð frá landsløgum ella ferðum.
Hugflogið skapar søgur.”
Framsýningin verður í húsinum til og við 21. oktober, og verður hon opin gerandisdagar kl. 10-17 og sunnudagar kl. 14-17.
|