Ø Design
Gotlendsk - føroysk framsýning í Norðurlandahúsinum
Fríggjadagin 26. mars -25 apríl er ein forvitnislig gotlendsk - føroysk framsýning í Norðurlandahúsinum við listahandverkum úr Gotlandi og Føroyum.
Framsýningin er eitt norðurlendskt samstarv, sum fevnir um Bornholm, Gotland og Føroyar, og hon hevur fingið heitið Ø-design. Endamálið er eisini at seta fokus á Gotland, Bornholm og Føroyar. Framsýningin var á Bornholm á summri í fjør.
Ø-design verður eisini sýnt fram í Berlin og hartil er ein flottur faldari gjørdur: Faldari-Kennzeihen 
Ø-design er ein 3 ára norðurlendsk verkætlan, har endamálið er at byggja upp eitt netverk, so til ber at fáa meiri at vita um hvønn annan og at fáa í lag eitt framtíðar samstarv millum listahandverkarar. Hetta fyri at styrkja teirra arbeiði so tey ferðandi geva norðurlendsku listini á Gotlandi, Bornholm og í Føroyum ans. Endamálið er eisini at menna mentanarferðavinnuna í hesum trimum oyggjasamfeløgunum. Hetta kann so aftur føra við sær. at liviumstøðurnar hjá listahandverkarunum gerast betri, og at listin gerst kend í heimlandinum og úti í heimi.
Seks føroysk listafólk hava verk við á framsýningini:
Tita Vinther sýnir fram nýggjasta verkið: "Eitt tvatt í hvørjari ætt" úr svørtum tagli og ull.
Oggi Lamhauge sýnir fram sínar fýra "Ferða-standmyndir".
Ole Jacob Nielsen sýnir fram fimm nýggjar skálir í serstakum skapi og fimm ásýniligar lampur.
Jógvan Biskopstø sýnir fram vatnlitamyndir.
Astrid Andreasen luttekur við eini installation.
Guðrið Poulsen luttekur á framsýningini við sínum nýggjasta verki, "Atlantis".
Eitt sindur um gotlendska partin:
Á Gotlandi nevna tey framsýningina fyri "Transformation" , har ein dómsnevnd hevur valt út listahandverk, sum eru gjørd í Gotlandi og hava við Gotland at gera. Gotlendsku listahandverkarnir, sum hava verk við á framsýningi í Føroyum, eru:
Joakim Allgulander, Mia Grönkvist Olsson, Tomas Helleberg, Pia Ingelse, Roland Ingemarsson, Eva Marie Kothe, Birgitta Lindahl, Stina Lindholm, Eva Mozard, Ulla Ragnarsson, Helene Schüldt, Karin Sutare, Anki Wolter och Christine Östergren. Umframt listahandverkararnar verður eisini ein videoinnstallatión hjá Noomi Riedel, við myndum úr Føroyum.
Listahandverkið á Gotlandi er siðbundið, og er sera kent og væl umtókt. Tilfarið, ið brúkt verður, er heimligt eitt nú ull og kálksteinur.
Verkini, ið eru við í Transformatión vísa á ymiskan hátt eitt samspæl millum list, listahandverk og design.
Kuratorar á gotlendska partinum av framsýningini í Norðurlandahusinum eru Angelica Blomhage, samskipari á Gotlands Konstmuseum, og Måna Engstrøm, listahandverkari og forkvinna í GKF, Gotländska Konsthantverkari och Formgivere.
Norðurlandahúsið í Føroyum
|