
Faldarin og skráin fyri 2012-13 liggja á høgra breidda. Broytingar kunnu koma fyri.
Freistin fyri listafólk at søkja um luttøku er farin, og 22 egnaðar umsóknir eru móttiknar. Faldarin fyri skúlaárið 2013-14 verður sendur út, so hann liggur á skúlunum fyrsta skúladag í august.
TILBOÐ SKÚLAÁRIÐ 2012-13:
LandArt v. Oggi Lamhauge og Inga Joensen
(4.-7. flokkur, mánadagar alt árið)
Objekt til kroppin v. Katrina í Geil
(6. flokkur, september –november 2012)
BarZangBar v. Morten Mosgaard,
(1. – 10. flokkur, oktober 2012)
Sandlist v. Eli Smith
(oktober og november 2012)
Beat Street v. Freestyle Phanatix
(4.-7. og 8.- 10 fl. , november 2012)
Audio exhibition featuring Jens Hørsving
(8.-10. flokkur, november 2012)
EYKATILBOÐ FRÁ NORÐURLANDAHÚSINUM:
Frá álendskum fuglahúsum til fuglabjørg í Atlantshavinum
v. Minnu Öberg, Anna Sundblom, Janus á Húsagarði
(7. - 9. flokkur, februar 2013)
Saulius Petreikis, heimstónleikari úr Litava
(4-10. flokkur, januar 2013)
Dreymurin hjá Bobroshkov v. Abalino Dance Theatre
(0.-10.flokkur, abbar og ommur, januar 2013)
Harlekin v. Aldubáruni og leikarar úr Tjóðpall Føroya
(0.-4. flokkur, februar, mars 2013 )
Heimagjørda blásarabólkurin
(0.-10. flokkur, februar 2013)
NÝTT TIL FORSKÚLAN:
Mær dámar Stig v. Frilansteatern, SE
(0.-2. flokkur, mars 2013) Sí framførsluna her
Skriva í sandin v. Marjun Syderbø Kjelnæs
(8. – 10. flokkur, januar 2013)
Stork Gift v. Stalo Teatras, Litava
(4.-7. flokkur, apríl 2013) Sí framførsluna her
Um Listaleypin:
Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið , Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag skipa fyri við stuðli frá Mentamálaráðnum til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.
Eitt fjølbroytt listarligt tilboð verður fyriskipað hvørt ár.
Dentur verður lagdur á at náa ymsum aldursbólkum og at spjaða sýningarnar um alt landið. Tær listafólkavitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlunum í kommunum, sum hava valt at luttaka í verkætlanini.
Lærarar og næmingar kunnu í felag bíleggja listaverk, og verkætlanarleiðarin skipar fyri framførslu/framsýningarskrá í samráð við skúlarnar og listafólkini.
Eftir sera væl móttikna royndarskeiðið hjá Listaleypinum 2008-2010 eru allir partar samdir um at skipa fyri framhaldi av verkætlanini, umframt at breiðka um tilboðini, so at forskúlanæmingar og elstu barnagarðsnæmingarnir eisini kunnu fáa vitjan.
Fyrimynd er eitt norskt átak, ið ber heitið “Den kulturelle skolesekken”. Henda verkætlan hevur fleiri ár á baki og røkkur nú um alt landið við fleiri hundrað framsýningum um árið.
Faldarin fyri skúlaárið 2011-12 verður sendur til skúlarnar í august 2011. Faldarin liggureisini sum pdf í høgra breidda. Tekningarfreist fyri skúlaárið 2012-13 er 15. september. Eftir hetta verður skráin løgd fyri árið. Øll rættstundis innkomin tekningarskjøl verða líkastillað, tá skrain verður løgd.
Samband og kunning: hedvig@nlh.fo
|