Høllin er miðdepilin í Norðurlandahúsinum. Eins og húsið alt kann salurin skifta ham og umskapast eftir tørvi. Vanligi salurin er skipaður soleiðis, at 390 fólk kunnu sita.

Stólarnir standa á lektum, ið hækka stigvíst. Stólarøðirnar eru 15 í tali. Í hvørjari røð eru 28 stólar. Á gólvinum fyri framman er rúm fyri palli.

Umframt alskyns pallvirksemi kann veggurin handan stólarrøðirnar takast burtur so tað opið er inn í Kligruna. Tá er pláss fyri 895 fólkum standandi. Hetta verður gjørt til stórar konsertir og onnur stór tiltøk. Eisini er møguleiki at seta stólarøð upp í hesum stóra sali. Tá er pláss fyri 550 fólkum

Høllin
Standard útgerð:
Lørift 12 x 5 m

Video kanón:
Sony X80
3000 Ansi Lumens
Upploysn: 1024 x 768

Tráðleysar mikrofonir
Headset
Podium
Ljóðanlegg:
L-acoustics, kilo/kiwa
Yamaha digital ljóðpultur:
M7CL, 49ch - LS9, 32ch
Hi-Q monitorar

Her er ein tekning yvir alt húsið:
Tekning - Alt húsið

Ynskir tú at leiga Forhøllina, so kanst tú senda hetta umsókarnarskjalið:
Umsóknarskjal

Á niðanfyri standandi skjali kanst tú gera eina kostnaðarmeting: 
Leigukostnaður