Leiga húsið

Ynskir tú at leiga Norðurlandahúsið, so eru fleiri høli at velja ímillum og í vinstru síðu sært tú nærri, hvat hølini kunnu brúkast til.
Umsóknarskjal

Leigukostnaður
Brúkaragjald 2012



Ráðstevnur
Til tín ið ætlar at fyriskipa eina góða ráðstevnu, so hevur Norðurlandahúsið møguleikar at skapa umstøðurnar júst sum tú ynskir hvat viðvíkur hølum, tøkni og uppseting. Norðurlandahúsið kann verða karmur um stórar bæði mentanarligar ráðstevnur og ráðstevnur í vinnuligum høpi. Er ætlanin at hava eitt heilt stórt tiltak, ið kann fevna um alt húsið, so ber tað væl til, tí Norðurlandahúsið vil fegin ganga tínum ynskjum á møti. Skeiðvirksemi og fundir rúmast í teimum smærru hølunum, eitt nú í Dansistovu, Norðurstovu, Eysturstovu ella í Vesturstovu.



Framførslur
Norðurlandahúsið er sera vælhóskandi til bæði stórar og smærri dansiframførslur líka frá ballet, føroyskum dansi og modernaðum dansi til føroyska dansin. Tú, ið ynskir at fyriskipa eitt dansitiltak avgerð sjálv/ur hvar í húsinum títt tiltak skal verða. Høllin hevur framúr góðar møguleikar, tá ið tað snýr seg um pall uppseting og ljóð-, ljósuppseting til dansiframførslur.

Nýggi bygningurin Athøll


Athøll

Athøll, bygningurin gevur góðar umstøður til ráðstevnur.
Bygningurin er í tveimum hæddum.
Í niðaru hæddini er Skálin, ið rúmar 190 fólkum sitandi. Tøkniliga útgerðin er av høgari góðsku. Viðskiftafólk skulu kunna stýra tiltakinum sjálvstøðugt, óbundin at húsins teknikkarum.


Ovara hædd er deild í fýra høli.
Norðurstova er vælegnað til fyrilestrar til 25 fólk.

Eystur- og Vesturstova eru fundarhøli, hóskandi til verkstovur fyri uml. 6-8 persónum. Hølini eru útgjørd við tekniskari útgerð, ergonomiskum borðum og stólum. Haraftrat er eitt móttøkurúm, ið er hóskandi til kaffi steðg og standibuffé.

Tráðleyst internet er tøkt í øllum húsinum.   brúkaragjald 2012.xls(33 KB)

Høllin (408 siti pláss):
Klingran (150 siti pláss):
Dansistovan (40 fólk):
Steingólv / Foyer:
Skálin (190 fólk):
Norðurstova (50 fólk):
Eysturstova (8 fólk):
Vesturstova (8 fólk):
Video kanón/ projektor:
Uppvørpa / Overhead.
Video - DVD:
Whiteboard / Flipover:
Mikrofon:
Tráðleys mikrofon:
Ljóð upptøka / Audio recording:
Samband
Norðurlandahúsið í Føroyum
Norðari ringvegur
FO-100 Tórshavn
Tlf.: 351351
Faks: 351350
nlh@nlh.fo

Upplatingartíðir
Mánadag - leygardag: kl.10.00 - 17.00.
Sunnudag kl. 14.00 - 17.00.