Havsfiske – seks túrar í Norðuratlantshavi
Myndir hjá Mariu Olsen í Norðurlandahúsinum

Tann 18. mars 2011 lat ein framsýning upp í Norðurlandahúsinum í Føroyum við fotomyndum hjá Mariu Olsen. Myndirnar — frá fiskitúrum, sum Maria Olsen tók umborð á fiskiskipum úr Føroyum, Hetlandi, Íslandi og Grønlandi — hava verið sýndar fram síðani 2008 í Stockholm, Keypmannahavn, Esbjerg, Reykjavík og Nuuk.
Tann føroysk/svenski fotografurin gjørdi myndafrásagnir frá fiskitúrum á vetrinum 2005-2006 og avmyndaði garnaveiði eftir havtasku undir Føroyum, línuveiði eftir toski á Eysturlandinum, og trolveiði eftir sild undir Føroyum og Íslandi, eftir rækjum vestan fyri Grønland, og eftir flatfiski og hummara í bretskum sjógvi.

Tær seks myndafrásagnirnar vórðu í 2006 útgivnar í bókini “Images of Fishermen: The North Atlantic” við 200 fotomyndum eftir Mariu Olsen og teksti eftir Menakhem Ben-Yami og Búa Tyril.

Á framsýningini eru 30 fotomyndir umframt kunnandi plakatir við upplýsingum um Norður Atlantshavið, fiskimørk og annað.

Fotoframsýningin lat fyrstu ferð upp í Sjöhistoriska Museet í Stockholm á sumri 2008, og varð árið eftir hildin á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn og á Søfartsmuseet í Esbjerg. Í fjør vórðu myndirnar sýndar fram á sjóminnissavninum Víkinn í Reykjavík og á Katuaq Greenland Cultural Centre í Nuuk.

Fyrireikari av framsýningini er Samfundet Sverige-Färöarna í samstarvi við Statens Maritima Museer í Svøríki umframt svensk vinafeløg fyri Ísland og Grønland.
Framsýningin, sum varir fram til tann 18. april 2011 í Norðurlandahúsinum, hevur Nordisk Kulturfond stuðlað. av Nordisk Kulturfond.

NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM