Framsýning við myndum eftir Lindu Riber


Framsýnari er Linda Riber, sum hevur tosað við og tikið myndir av 20 ymsum fólkum. Hon hevur latið tey grundað yvir sín samleika, hvussu tað er at vera grønlendari í dag, og hvørjar avbjóðinar tey sjálvi og samfelagið stendur yvir fyri, sæð út frá grønlendskum samanhangi.
Tann sonevnda lista- og refelektiónsbókin, sum framsýningin, byggir á, er hugsað sum eitt íkast til tjak og til at fara í dýptina.
Fólkini á myndunum siga frá um ymiskar umstøður, t.d. hvussu lítið umheimurin veit um Grønland í dag, fordómar um grønlendingar – og sum tað liggur í kortunum, at síggja grønlendingin sum offur.
Framsýningin er ein ferðaframsýning, har tey 20 fólkini á myndunum umframt lista- og reflektiónsbókin verður bjóðað nordurlendskum mentanarhúsum- og stovnum.
Framsýningin hevur verið í Taseralik í Sisimiut og í Norræna Húsinum í Íslandi í 2010. Nú verður framsýningin at siggja í Føroyum, og fer seinni í 2011 á SAK í Danmark. Seinni er ætlanin, at framsýningin skal til Svøríkis, Noregs og Finnlands.
Framsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 14. januar og verður til og við sunnudagin 13. februar 2011.