Kulturkontakt Nord
Kulturkontakt Nord er nýggjur stovnur undir Norðurlandaráðnum og var stovnsettur í januar 2007. Stjóri á nýggja stovninum er íslendska Bergljot Jónsdóttir. Skrivstovan heldur til í Sveaborg í Helsingfors og hevur til uppgávu at umsita, kunna og samskipa norðurlendska mentanarsamstarvið. Norðurlandahúsini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi og norðurlendsku mentastovnarnir í Ålandi og Finnlandi fingið til uppgávu at virka sum kunningarlið fyri listafólk og fyriskiparar. Kontaktpersónur í Norðurlandahúsinum í Føroyum er Urd Johannesen
Stuðulsskipanir
Fríggjadagin 25. mai 2007 byrjaði Kulturkontakt Nord sítt virksemi at taka ímóti umsóknum til nýggju stuðulsskipaninar. Stuðul verður veittur innan innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) & búdeplar, mentan & list og telduspøl.
1. Flytføri og búdepil
A. Flytføri fyri einstaklingar
Endamálið er at veita stuðul til einstaklingar, ið virka innan alt listarligt virksemi í norðurlondum. Einstaklingar kunnu søkja um stuðul til uppihald í øðrum norðurlendskum landi, og uppihaldsstuðulin fevnir um 7 dagar, og er ásettur út frá einum miðallykli fyri kostnað, alt eftir um uppihaldið er í ella uttanfyri høvuðsstaðin í viðkomandi landi.
Stuðulin (í Euro) fyri eina viku (høvuðsstaður/uttanfyri høvuðsstaðin)
í teim ymisku londunum er fylgjandi:
Danmark: 1400 / 1100 Euro
Finland: 1000 / 750 Euro
Noregi: 1400 / 1100 Euro
Svøríki: 1700 / 1300 Euro
Åland: 1000 / 750 Euro
Ísland: 1800 / 1500 Euro
Føroyar: 1100 / 750 Euro
Grønland: 1100 / 750 Euro
Flytførisstuðulin fevnir ikki um ferðing - tó eru Føroyar undantiknar hesi meginreglu soleiðis at stuðul eisini verður veittur fyri ferðaútreiðslur.
Hvør kann søkja?
- einstaklingar / yrkislistafólk (listafólk, rithøvundar, týðarar, kuratorar, blaðfólk og granskarar innan mentanarøkið o.o)
- einki aldursmark er fyri umsøkjarar
- stuðul verður ikki latin embætisfólkum
- lesandi kunnu ikki søkja, víst verður til Nordplus stuðulsskipanina
- bólkar verða vístir til stuðulin til mentan og list
Umsóknarfreistir: 10. februar, 21. apríl (+ tvær aðrar freistir um heystið, ið ikki eru tøkar enn)
GG! Tikið verður bert ímóti talgildum umsóknum og umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni
B. Stuðul til netverk
Stuðul verður veittur til menning og íverksetan av netverkum innan norðurlendska mentanarpallin. Endamálið er ikki at skapa nýggj varandi netverk men hinvegin skapa karmar fyri menning av samstarvi, felagsskapi, samvinnu og vitanardeiling millum verandi aktørar.
* Langtíðar netverk
Stuðul verður veittur netverki í eitt trý ára skeið. Samlaða stuðulsupphæddin er max 50% av samlaðu fíggjarætlanini fyri netverkið, samb. umsóknini. Í ávísum førum kann netverkið fáa ein ískoytisstuðul tvey ár til framhald av virkseminum. Umframt stuðulin stendur netverkinum eisini í boði at fáa hjálp til kunningararbeiði.
Umsóknarfreist: lýst verður seinni
* Styttri netverk
Stuðul verður veittur netverki til eitt ára virksemi. Stuðul kann veitast í upp til 70% av samlaðu fíggjarætlanini, harav netverkið sjálvt átekur sær at skaffa írrestandi upphæddina. Í ávísum førum kann stuðul veitast í tvey ár. Harumframt kann eitt vælvirkandi netverk eftirfylgjandi søkja um stuðul til langtíðar netverk. Umframt stuðulin stendur netverkinum eisini í boði at fáa hjálp til kunningararbeiði.
Umsóknarfreistir: 10. mars (+ eina í heyst, lýst verður seinni)
Hvør kann søkja?
- Norðurlendskir lista- og mentanarstovnar, feløg og einstaklingar/bólkar, sum arbeiða við netverk í norðurlendskum høpi.
- nýggj netverk og nýggjar samvinnur við mentanarligum margfeldi og innan fleiri fjøltáttaðar listagreinar, verður raðfest
- meginreglan er, at netverkið er eitt samstarv millum minst trý norðurlond ella sjálvstýrandi økini, men víkjast kann frá hesi meginreglu undir serligum kulturpolitiskum atlitum. Netverkið kann eisini fevna um luttakara uttanfyri norðurlond.
GG! Tikið verður bert ímóti talgildum umsóknum og umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni
C. Búdepil
Frá 4. juli ber til at søkja um stuðul til búvirksemi í norðurlondum. Stuðulin verður veittur í eitt trý ára skeið til 8 - 16 búdeplar, soleiðis at hesir kunnu taka ímóti 2 – 4 búlistafólkum og -fyriskiparum úr norðurlondum í eitt 3 mánaðar tíðarskeið. Stuðul verður veittur til ferðing og vistarhald hjá búlistafólkunum.
Hvør kann søkja?
- Búdeplar í norðurlondum innan allar listagreinar
- Feløg og áhugabólkar við nýggjum tiltøkum fyri búvirksemi
- Einstøk listafólk kunnu ikki søkja
Umsóknarfreist: 24. februar (galdandi fyri 2010-2011)
GG! Tikið verður bert ímóti talgildum umsóknum og umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni
2. Mentan og list
Innan programmið fyri ”mentan og list” ber til at søkja um stuðul til tvey ymisk modul:
A. Framleiðsluvirksemi og miðling
Til ber at søkja um stuðul til framleiðslu av verkum, verkætlanum og øðrum, sum er tengd at einari skapandi tilgongd og/ella virkar sum eitt stað/rúm, har listafólk og -fyriskiparar hitta publikum.
Umsóknarfreistir: 22. mars (+ ein um heysti,verður lýst seinni)
B. Førleikamenning, listdómur (kritik) og vitanardeiling
Til ber at søkja um stuðul til virksemi, sum fremur førleikamenning, vitanardeiling og vandaligt orðaskifti. Talan kann verða um ráðstevnur, fundir, verkstovur, masterclass, skeið o.l. Fyriskiparar av hesum virksemi kunnu søkja um stuðul til luttakaraútreiðslurnar (tó ikki ferðing, her verður víst til møguleikan at søkja um stuðul úr Flytførisprogamminum)
Umsóknarfreistir: 22. mars (+ ein um heysti, verður lýst seinni)
Hvør kann søkja?
Yrkislistafólk og –fyriskiparar, t.e. persónar, ið hava listarliga ella mentanarliga útbúgving og hava skjalprógvaðar royndir.
Lista- og mentanarstovnar
Feløg og stovnar sum arbeiða við yrkislist og -virksemi.
GG! Tikið verður bert ímóti talgildum umsóknum og umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni
C. Stuðul til týðingar
Nýggj avtala er gjørd um at týða bókmentir á norðurlendsku málunum. Í nýggjari skipan, har norðurlendskir bókmentamiðdeplar og umboð fyri heimastýrdu londini skulu virka, verður komandi árini studningur til týðingar millum grannamálini viðgjørdur og avgreiddur.
Tað er Kulturkontakt Nords Kunst- og Kulturprogram sum stovnar 3-ára stuðulsskipan (2007-2009) við tí endamáli at tryggja útbreiðslu og kunnleika til norðurlendskar bókmentir.
Endamálið við studningsskipanini er at fáa fleiri norðurlendskar dygdarbøkur týddar til onnur mál enn upprunamálið. Við at lata upprunalondunum heimildirnar og umsitingina av studninginum, røkir skipanin endamálið at styrkja og økja útbreiðsluna av týddum norðurlendskum bókmentum.
NORLA (sum er umsitingarstovnur fyri norskar bókmentir uttan fyri Noreg) er samskipari í skipanini og netverkinum, men fakliga verður skipanin umsitin av hesum serkønu í einstøku londunum:
Danmark: Kunstrådets Litteraturudvalg
Grønland: Grønlendska Rithøvundafelagið
Føroyum: Nevnd tilnevnd av Rithøvundafelagnum.
Finland: Filis delegasjon.
Ísland: Stýrið fyri Bókmentagrunnin
Noreg: Bókmentaliga ráðið í NORLA
Samaland: Samiska Rithøvundafelagið
Svøríki: Svenska Institutets-litteraturstödsnämnd – og avloysarin fyri hesa nevnd.
Studningur skal søkjast í tí landinum, har verkið hevur sín uppruna. Hvørt landið sær ásetur umsóknarfreistirnar.
Skipanin hoyrir heima í Kulturkontakt Nords Kunst- og Kulturprogram, sum ein 3-ára skipan (2007-2009), ið síðani er ein skipan undir Nordisk Ministerråd. Fíggjarætlanin fyri 2007 er 2,7 milliónir danskar krónur (360.420 euro).
Stjóri í NORLA Gina Vinje fartelefon: +4791841150
og leiðarin fyri serfrøðingabólkunum í Kultukontakt Nord Knut Oterholm fartelefon: +4748228175
geva um neyðugt neyvari upplýsingar.
Umsóknarfreistir: 1. apríl og 1. oktober
Umsóknirnar skulu sendast til:
Norðurlandahúsið,
Norðari Ringvegur 10,
P.O.Box 1260,
FO-110 Tórshavn
Viðm: "Stuðul til týðingar"
Fyrispurningar annars kunnu verða settir Guðrun Gaard gudrung@kallnet.fo
3. Telduspøl
Norðurlendska telduspælprogrammið varð sett á stovn 1. januar 2006 og er ein partur av norðurlendska mentanarsamstarvinum.
Programmið hevur til endamáls, at:
a) stimbra og menna telduspælfyritøkur og menna góðskuna og mongdina av norðurlendskt framleiddum telduspølum fyri børn og ung.
b) tryggja eitt virki og vælvirkandi kervið fyri mennarar, framleiðarar og útbreiðarar av telduspølum.
c) skal samskipa felags norðurlendst átøk og virksemi og tryggja vitanardeiling og førleikamenning.
Treytir til umsøkjara:
1) skal vera norðurlendsk og óheft telduspælsframleiðandi fyritøka
2) skal eiga IP-rættindini til verkætlanina og kann tryggja, at spælið verður gjørt á í minsta lagi einum norðurlendskum máli
3) verkætlanin skal ikki verða byrjað ella góðkend frammanundan av øðrum.
Treytir til umsókn:
1) at verkætlanin er hóskandi til málbólkin, serliga við atliti at aldri (børn og ung upp til 18 ár)
2) at felagið/fyritøkan hevur skjalprógvaðar royndir
3) at stuðulin er neyðugur fyri at seta verkætlanina í verk
4) at verkætlanin er nýskapandi
5) tess fleiri av norðurlendsku málunum, endaliga spælið kann lokaliserast til, tess betur
6) at verkætlanin er listaliga framsøkin
Umsóknarfreist: 1. apríl og 1. oktober
Programmið er tíðaravmarkað til 2012 og verður umsitið av einari svenskari fyritøku og meira kunning fæst á heimasíðuni www.nordicgameprogram.org
|