Fyrilestur v. Livar Nysted
Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30
Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at seta sær mál og klára tær forðingar, ið eru í vegin - og hvussu umráðandi tað er at fylgja sínum dreymi.

Ókeypis atgongd
Lat aftur
Fyrilestur v. Livar Nysted
Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30
Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at seta sær mál og klára tær forðingar, ið eru í vegin - og hvussu umráðandi tað er at fylgja sínum dreymi.

Ókeypis atgongd
Í 2010 setti Livar, saman við trimum øðrum monnum, tvey heimsmet við at rógva meir enn 5000 km tvørtur um Atlantshavið. Hetta var ein krevjandi og stór avbjóðing, ið kravdi langa og drúgva fyrireiking - og har motivatión til at náa sínum dreymi og máli, hevði avgerandi týdning.
Av øllum ítrottar greinum, er havrógving kosið til at verða tann mest ekstrema og harðasta ítrottargreinin, ið nakað menniskja kann íðka. Og at seta tvey heimsmet í slíkari ítrottargrein, er ikki nakað man kemur sovandi til. Rekordin, sum Livar var við til at seta, hevði staðið í 114 ár og er sostatt ein tann elsta rekordin, ið  nakrantíð er tikin.
Diabetes Typa 1 Fyrilestur
Leygardagin 25. februar, kl. 15:00
Kendi diabetesgranskarin, Karsten Buschard, professari, heldur fyrilestur um diabetes typu 1 og hvussu byrgjast kann fyri, at ein fær sjúkuna.

Ókeypis atgongd!
Lat aftur
Diabetes Typa 1 Fyrilestur
Leygardagin 25. februar, kl. 15:00
Kendi diabetesgranskarin, Karsten Buschard, professari, heldur fyrilestur um diabetes typu 1 og hvussu byrgjast kann fyri, at ein fær sjúkuna.

Ókeypis atgongd!
Rútmiskir Musikkskúlakonsert
Leygardagin 25. februar kl. 16.00
Fjølbroyttur tónleikur framførdur av uml. 80 næmingum frá Tórshavnar Musikkskúla, umframt gestum úr Vági og Klaksvík.

Kostnaður 45 kr.
Keyp atgongumerki

Lat aftur
Rútmiskir Musikkskúlakonsert
Leygardagin 25. februar kl. 16.00
Fjølbroyttur tónleikur framførdur av uml. 80 næmingum frá Tórshavnar Musikkskúla, umframt gestum úr Vági og Klaksvík.

Kostnaður 45 kr.
Keyp atgongumerki

RÚTMISKIR MUSIKKSKÙLADAGAR

Aftur í ár skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri Rútmiskum Musikkskúladøgum, har ungir næmingar fara at framføra. Í tríggjar dagar arbeiða og venja næmingar nýtt tilfar, sum so verður framført fjórða dagin.
Uml. 80 næmingar eru við í ár, sum telja níggju bólkar. Tað verður fjølbroyttur tónleikur á skránni, sum inniheldur baði instrumental tónleik og sang.

Umframt eitt spildurnýtt Bigband frá Tórshavnar Musikkskúla, eru tvey Bigband boðin við til tiltakið. Tey eru nýstovnaða Vága Ungdóms Bigband og Klaksvíkar Bigband

Skrá:

Rokkabillirnar
Indigo
Punjab Express
Orange
Experiment
Stolen Moments
Vága Ungdóms Bigband
Klaksvíkar Bigband
Skansabigbandið
Alzheimerfelagið
Mikukvøldið 29. februar kl. 19.00
Demensætlanin verður alment handað landstýrisfólkunum Anniku Olsen og Karstini Hansen.

Ókeypis atgongd
Lat aftur
Alzheimerfelagið
Mikukvøldið 29. februar kl. 19.00
Demensætlanin verður alment handað landstýrisfólkunum Anniku Olsen og Karstini Hansen.

Ókeypis atgongd
Skrá :
Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum
Lena Andersen, Maria Andreassen Hentzeog Kirstin Andreassen, trý ættarlið framføra við sangi.
Demensætlanin verður løgd fram av: Petur Højgaard, kommunulækna á Sandi, Jónvør Christiansen, demenssamskipari og leiðari á Heilræði í Tórshavnar Kommunu
Kaffisteðgur: Kaffi, te og køkur
Eftir steðgin: Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum hevur orðið og handar álitið til landstýrisfólkini
Annika Olsen landstýriskvinna í Almannaráðnum hevur orðið
Karstin Hansen landstýrismaður í heilsumannaráðnum hevur orðið
Enda verður við spurningum

Øll eru vælkomin.
Alzheimerfelagið
Bindiskeið v. Katrinu í Geil
Fríggjadagin 2. og leygardagin 3. mars kl. 10.00 - 18.00
Kostnaður fyri skeiðið er 1.030 kr. og við í prísinum er undirvísing, matur, drekka og okkurt av tí, ið skal brúkast á skeiðnum.Lesa meira um skeiðið her:

Keyp atgongumerki
Lat aftur
Bindiskeið v. Katrinu í Geil
Fríggjadagin 2. og leygardagin 3. mars kl. 10.00 - 18.00
Kostnaður fyri skeiðið er 1.030 kr. og við í prísinum er undirvísing, matur, drekka og okkurt av tí, ið skal brúkast á skeiðnum.Lesa meira um skeiðið her:

Keyp atgongumerki
Í Føroyum er Katrina í Geil best kend sum designari og stylistur, har hon m.a. hevur "Nýggj Kvinna" í blaðnum Kvinna. Minni kent er, at hennara fyrilestrar og verkstovur innan design og binding hava vakt ans uttanlanda, og at hon m.a. hevur arbeitt í londum sum Íslandi, Álandi, Onglandi, Estlandi, Danmark, Litava og USA.

Katrinusa skeið eru nýskapandi, stuttlig og full av "Aha-upplivilsum". Hennara hugburður er, at øll eru kreativ, at vitan er týdningarmikil og at kiksarir og feilir eru til fyri at læra av.
Á skeiðunum førir hon varisliga bindikonurnar gjøgnum skapandi arbeiðsháttin og vísir ymsar mátar innan design, sum gera tær betri førar fyri at skapa sítt egna, leyst av uppskriftunum hjá øðrum.

Á tveir-daga skeiðnum kemur Katrina fyrst at greiða frá sínum máta at arbeiða uppá og vísa ymiskt, hon hevur gjørt. Eftir fyrilesturin vísir hon luttakarunum ymsar hættir, so tey sjálvi kunnu skapa síni egnu fullkomiliga nýggju bindingarmynstur. Arbeitt verður út frá gomlu føroysku mynstrunum í bókini “Føroysk Bindingarmynstur” hjá Skræddar Debess.

Á skeiðnum verða mynstrini fyrst teknaði og síðan bundin. Luttakararnir skulu hava við:
  • Blýant, viskileður, tuschir ella litblýantar, skitsubók, mátiband, nál, saks og ternut pappír.
  • Trý noðir av sama slag tógvi, men í ymsum litum, og hóskiligir stokkar at binda við.
  • Trý noðir av tógvi í sama liti, men av ymiskum tilfari s.s. mohair, ull, bumull, hør, pels o.t. og hóskiligar stokkar at binda við.
  • Norðurlandahúsið letur penn, blokk, brævbjálvar og klistriband.
Skrá fríggjadag:
09.30 Skráseting og morgunmatur
10.00 Framløga og intro
12.00 Buffet og kaffi/te
12.45 Verkstova
16.00 Millummáli
16.15 Verkstovu framhald
18.00 Dagurin endar

Skrá leygardag:
09.30 Morgunmatur
10.00 Verkstova
12.00 Buffet og kaffi/te
12.45 Verkstovu framhald
16.00 Millummáli
16.15 Verkstova endar og framløga
18.00 Dagurin endar

Tak kunning og skrá niður her

Altjóða Kvinnudagur 2012
Hóskvøldið 8. mars kl. 19.00
verður Altjóða Kvinnudagur 2012 hildin.

Kostnaður kr. 150,-

Keyp atgongumerki
Lat aftur
Altjóða Kvinnudagur 2012
Hóskvøldið 8. mars kl. 19.00
verður Altjóða Kvinnudagur 2012 hildin.

Kostnaður kr. 150,-

Keyp atgongumerki
Konsert við Melissa Horn (SE)
Fríggjakvøldið 9. mars kl. 19.30
Konsert við svensku Melissa Horn, ið hevur fingið sera góð ummælir fyri nýggjastu útgávuna Innan Jag Kände Dig. Summi kalla hana tí nýggju Lisa Ekdahl, men hon er tó heilt sín egin.
Kostnaður 190 kr.
Keyp atgongumerki
Lat aftur
Konsert við Melissa Horn (SE)
Fríggjakvøldið 9. mars kl. 19.30
Konsert við svensku Melissa Horn, ið hevur fingið sera góð ummælir fyri nýggjastu útgávuna Innan Jag Kände Dig. Summi kalla hana tí nýggju Lisa Ekdahl, men hon er tó heilt sín egin.
Kostnaður 190 kr.
Keyp atgongumerki
Melissa Horn konsert í Norðurlandahúsinum

Í summar fer Melissa Horn á konsertferð og at luttaka á ymiskum festivalum í fleiri norðurlondum, men longu í mars fáa vit í Føroyum høvi at hoyra kenda svenska sangfuglin.
Tað gekk stillisliga fyri seg og nærum heilt uttan íblandan av fjølmiðlum og sølufremjandi átøkum. Støðugt og spakuliga vaks fjepparaskarin hjá Melissu, og tíðindini um hennara persónligu sangir ferðaðust munn úr munni. Tá ið hennara fyrsta fløga “Långa nätter" kom út í 2008 vóru nógv, ið kendu seg aftur í beinraktu tekstunum og løgunum.

Á heysti 2011 kom hennara triðja fløga “Innan jag kände dig” út og streyk beint á 1. pláss á svenska topplistanum. Eisini her heima hava løg úr hesi fløguni verið at hoyrt í útvarpsrásunum. Eftir fløguútgávuna hevur Melissa verið á konsertferð við fleiri enn 40 útseldum konsertum í Norðurlondum.

Høvuðsorsøkin til góðu móttøkuna er uttan iva hennara evnir at orða tankar og kenslur á ein einfaldan hátt og tó við stórari dýbt og innlivan, har lurtarin verður bjóðaður innar og kennir seg aftur. Hennara sjarma og karismatiski framburður á pallinum er eisini við til at skapa góðan stemmning á konsertunum.

Konsertin í Norðurlandahúsinum verður fríggjakvøldið 9. mars kl. 19.30. Atgongumerki á kr. 190 fáast í Norðurlandahúsinum, í Kunningarstovunum og á heimasíðuni www.nlh.fo
‘Føroyar og Arktis’ - almennur fundur
Mánadagin 12. mars kl. 19.30
Fyrilestrahaldari: Martin Breum

Fyirskiparar Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni í samstarvi við Norðurlandahúsið.
Ókeypis atgongd

Lat aftur
‘Føroyar og Arktis’ - almennur fundur
Mánadagin 12. mars kl. 19.30
Fyrilestrahaldari: Martin Breum

Fyirskiparar Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni í samstarvi við Norðurlandahúsið.
Ókeypis atgongd

Kendi danski journalisturin og rithøvundurin Martin Breum, sum í 2011 gav út bókina “Når isen forsvinder” – Danmark som stormagt i Arktis. Olien i Grønland og kampen om Nordpolen”, heldur fyrilestur um Arktis. Aftaná fyrilesturin verður skipað fyri kjaki.

Síðani fara umboð fyri Uttanríkistænastuna at greiða frá støðu Føroya í Arktis; um arbeiðið fram til í dag, og um hvussu arbeiðið verður lagt til rættis framyvir. Spurningar kunnu eisini setast aftaná frágreiðingina.

Nærri skrá fyri tiltakið kemur seinni.

......

Uttanríkistænastan fer komandi tíðina at skipa fyri eini røð av tiltøkum, sum eru liður í arbeiðinum at gera eina útgreining av støðu Føroya í Arktis. Tiltøkini viðgera týdningarmiklar spurningar og avbjóðingar, sum gera seg galdandi í næstum. Viðurkendir serfrøðingar, vinnulívsfólk, granskarar og fleiri koma at geva íkast til alment kjak, har øll verða bjóðað at luttaka.

Endamálið er at fyrireika bæði vinnulív, myndugleikar og samfelag, soleiðis at Føroyar kunnu fáa mest gagn burtur úr teimum broytingum og vinnumøguleikum í norðurhøvum og Arktis, sum vaksa fram í komandi tíðum.




Tónleikarar á veg
Konsertrøðin tónleikarar á veg verður:
Sunnudagin 11. mars     kl. 16.00 rútmisk konsert
Sunnudagin 13. mai       kl. 16.00 crossover konsert og nýggj verk
Atgongumerki á 80 kr. Musikkskúla næmingar við prógvi fáa alla konsertrøðina fyri 80 kr.
Keyp og les meira her:
Lat aftur
Tónleikarar á veg
Konsertrøðin tónleikarar á veg verður:
Sunnudagin 11. mars     kl. 16.00 rútmisk konsert
Sunnudagin 13. mai       kl. 16.00 crossover konsert og nýggj verk
Atgongumerki á 80 kr. Musikkskúla næmingar við prógvi fáa alla konsertrøðina fyri 80 kr.
Keyp og les meira her:
Rútmisk konsert
Crossover konsert og nýggj verk

Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Musikkskúla Miðnámið og Norðurlandahúsið.
Endamálið er, at bjóða bestu umstøður til ungar tónleikarar, sum eru á veg móti konservatorium og hægri tónlistarligari útbúgving. Endamálið er eisini, at geva føroyingum høvi at hoyra unga tónlist.
Tríggjar konsertir verða fyriskipaðar hvørt ár, ein klassisk, ein rútmisk og ein crossover, har eisini næmingarnir, ið læra tónasmíð, kunnu fáa síni verk framførd.

Skráin til hvørja konsert verður kunngjørd her.
Bindiklubbatreff
Leygardagin 17. mars kl. 09.00 - 17.00
verður skipað fyri Føroya stórsta bindiklubba tiltaki. Á skránni verða fyrilestrar, framsýningar, undirhald, matur og drekka.

Kostnaður kr. 450,-
Keyp atgongumerki
Lat aftur
Bindiklubbatreff
Leygardagin 17. mars kl. 09.00 - 17.00
verður skipað fyri Føroya stórsta bindiklubba tiltaki. Á skránni verða fyrilestrar, framsýningar, undirhald, matur og drekka.

Kostnaður kr. 450,-
Keyp atgongumerki
Væntandi koma umleið 400 bindiklubbakonur úr øllum Føroyum hendan dagin at hugna sær til Føroya stórsta bindiklubba tiltak. Vit kunnu bjóða tykkum ein bás at sýna fram ullvørur v.m, ið tit hava at bjóða fram.

Á skránni verða m.a.:
  • Fyrilestrar
  • Per á Hædd tekur bindiklubba bólkamyndir av teimum sum ynskja tað.
  • Framsýnarar av ullavørum o.ø.
  • Undirhald
Matur og drekka er íroknað í prísinum, og hevur tú spurningar, ber til at seta seg í samband við Sámal Bláhamar á facebook ella á blahamar@gmail.com
Sebastian & Eivør
Sunnudagin 18. mars kl. 16.00
Forvitnislig og sermerkt konsert við Sebastian og Eivør. Harumframt verður eisini dóttir Sebastian, Sara Grabow, gestasangari á konsertini.

Kostnaður kr. 250,-
Keyp atgongumerki


Lat aftur
Sebastian & Eivør
Sunnudagin 18. mars kl. 16.00
Forvitnislig og sermerkt konsert við Sebastian og Eivør. Harumframt verður eisini dóttir Sebastian, Sara Grabow, gestasangari á konsertini.

Kostnaður kr. 250,-
Keyp atgongumerki


Sebastian hevur í mong ár verið ein av størstu tónleika-ikonunum í Danmark. Í eini 40 ár hevur hann verið við til at mynda danskan tónleik. Tá vit siga “Ronja Ránsmannadóttir” ella “Hodja fra Pjort” eru tað mong, ið rakna við. Hetta eru bert ein brotpartur av teimum mongu løgum og sangum, sum eru komin frá kønu hond og rødd Sebastianar.

Sebastian hevur í oktober 2011 givið út solo tvífløguna, “Øjeblikkets mester”. Har vísir hann á sannførandi hátt, at hann framvegis er í hæddini tónlistarliga, hóast gamal í garði innan tónleikin. Í løtuni er Sebastian á konsertferð í Danmark, nevnd “Trubadurens Øjeblik”, og í hesum sambandi leggur hann eisini leiðina til Føroya.

At uppliva Sebastian á palli, bert við guitari sínum, og ímillum løgini at hoyra hansara herligu anekdotir og humor um lívið og um sangirnar, er ein heilt serlig uppliving. Á hesari felags konsertini í Norðurlandahúsinum, saman við Eivør og Saru Grabow, fer Sebastian at framføra eina blanding av sínum klassisku løgum, umframt at nógv nýtt verður at hoyra frá seinastu fløgu hansara.

Eivør kenna vit øll. Einki er at taka seg aftur í, at hennara eyðkenda rødd er nakað serstakt, sum rørir okkum inn at hjartað.
Danir hava nakrar ferðir upplivað Sebastian og Eivør saman, men hettar upplivilsi eiga vit føroyingar til góða.

Sebastian hevur seinastu árini verið 2 ferðir áður í Føroyum, har tað tíverri ikki hevur borið til hjá Eivør at verið við.
Hesaferð eydnaðist tað so endiliga. Til stóra gleði bæði fyri Eivør og Sebastian og ikki minst hjá okkum føroyingum, sum nú fáa møguleikan at hoyra tey á palli saman.

Á konsertini fer Eivør at spæla nøkur løg sjálv, og vit sleppa eisini at hoyra nøkur løg av hennara nýggju fløgu, ið kemur út í august í ár. Men tað, vit serliga kunnu gleða okkum til, er at hoyra Eivør syngja saman við Sebastian. Her verður sameiningin fullkomin. Ein kombinatión av sermerktu melankolsku røddini hjá Sebastian og kláru himmalsku røddini hjá Eivør verður uttan iva nakað, sum fer at nema sansir okkara, og fer at taka okkum langt burtur í annan heim.

Sara Grabow (f. 1979) er dóttir Sebastian. Hon hevur útbúgving sum sangari frá Rytmisk Musikkonsertvatorium. Sara hevur seinnu árini saman við manni sínum Thomas Raae myndað bólkin “mitbandditband”. Sum yngri hevur hon onkuntíð verið kórgenta hjá pápa sínum, men hevur annars “staðið á egnum beinum”.
Sum dóttir Sebastian hevur hon gott í at bregða, og fer hon óivað at seta sín dám sum gestasangari á hesi konsertini.

Lagt er upp til eina intima og nærverandi konsert við nøkrum av fremstu tónlistafólkunum, sum Danmark og Føroyar hava fostrað.

Ein konsert út yvir tað vanliga, sum avgjørt er verd at uppliva.
Wacken Metal Battle Føroyar
Leygarkvøldið 24. mars, kl. 19.00
Talan er um eina  nýggja talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik.
Konsertin er í Sjónleikarahúsinum í Havn
Kostn. 125 kr.

Keyp atgongumerki til Sjónleikarahúsið
Lat aftur
Wacken Metal Battle Føroyar
Leygarkvøldið 24. mars, kl. 19.00
Talan er um eina  nýggja talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik.
Konsertin er í Sjónleikarahúsinum í Havn
Kostn. 125 kr.

Keyp atgongumerki til Sjónleikarahúsið
Leygarkvøldið 24. Mars verður Wacken Metal Battle Føroyar í Sjónleikarahúsinum í Havn.

Tað eru plátufelagið Tutl og Norðurlandahúsið, ið eru stigtakarir til hetta tiltak. Talan er um eina talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstir og útstráling á palli.

Hugtakið Metal Battle, hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi, og fevnir umleið 30 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari rundu í heimlandinum, vinnarin fær so møguleika, at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið verður hildin 2. – 4. August 2012. Á festivalinum verður eitt finalu umfar, og besti bólkurin vinnur ein plátusáttmála frá týska risa plátufelagnum Nuclear Blast Records.

Seinastu árini hevur føroyskur tungmálmstónleikur veruliga vundið uppá seg, og hevur fingið góða umtalu uttanlands, hóast umhvørvið er lítið í mun til nógv onnur lond á okkara leiðum. Tí ivast fyriskiparnir onga løtu í, at føroyskur tónleikur av hesum slagi kann koma langt, bara bólkarnir fáa møguleikan at prógva seg.

Av tí at hetta er fyrstu ferð, at fari verður undir eitt tílikt tiltak her í Føroyum, hava fyriskiparnir valt at bjóða 6 bólkum við, har manningin strembar hart eftir einari yrkisleið sum tónleikarar. Tískil er talan ikki um opna tilmelding, men um tiltakið eydnast væl, verður tað víðka til næsta ár.

Tiltakið byrjar 18.30, atgongumerkið kostar 125 kr. og fáastæst til keyps í Kunningarstovunum í Klaksvík, Runavík, Tórshavn og Norðurlandahúsinum.

Eru spurningar viðvíkjandi tiltakinum, kunna fólk ringja á:

225387
738300
225034

Eisini verður víst til hesar leinkjur:

http://www.wacken.com
http://www.metal-battle.com
http://www.facebook.com/pages/Wacken-Metal-Battle-Føroyar

Led Zeppelin Konsert
Leygarkvøldið 31. mars kl. 21.45
Led Zeppelin brak við íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Teir hava verið í Føroyum áður og framført tónleik eftir Pink Floyd, hesuferð er tað tónleikur eftir Led Zeppelin. Hetta er ein standikonsert!
Kostnaður 230 kr. Hotel Føroyar hevur sertilboð fyri gisting, ring beinleiðis á tlf. 317500

Keyp atgongumerki
Lat aftur
Led Zeppelin Konsert
Leygarkvøldið 31. mars kl. 21.45
Led Zeppelin brak við íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Teir hava verið í Føroyum áður og framført tónleik eftir Pink Floyd, hesuferð er tað tónleikur eftir Led Zeppelin. Hetta er ein standikonsert!
Kostnaður 230 kr. Hotel Føroyar hevur sertilboð fyri gisting, ring beinleiðis á tlf. 317500

Keyp atgongumerki
Mánadagskonsertir - ókeypis atgongd
Summartónar og Norðurlandahúsið skipa fyri ókeypis mánadagskonsertum
Tíðarskeið: 11. juni - 13. august 2012
Mánadagar  kl. 15.00
sí skrá:

Lat aftur
Mánadagskonsertir - ókeypis atgongd
Summartónar og Norðurlandahúsið skipa fyri ókeypis mánadagskonsertum
Tíðarskeið: 11. juni - 13. august 2012
Mánadagar  kl. 15.00
sí skrá:

Mánadag 11 Juni
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00
Kamartrio: Monika Stauss Joensen (violin), Ken Jones (trumpet), Birgitte Schnakenburg (klaver)

Mánadag 18 Juni
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Svafa Þórhallsdóttir (sang), Hrönn (klaver), Angelika Nielsen (violin)

Mánadag 25 Juni
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Fólkatónleikur frá Eysturríki, Goa, Japan og Føroyum

Mánadag 2 Juli
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Guðrið Hansdóttir (vocal, guitar)


Mánadag 9 Juli
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Panayiotis Demopoulos (klaver)

Mánadag 16 Juli
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Fólkatónleikarastevna


Mánadag 23 Juli
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Sigurður Flosason (saxophone)

Mánadag 30 Juli
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Verður kunngjørt seinni

Mánadag 6 August
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Tjant

Mánadag 13 August
TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ Kl.15.00 ÓKEYPIS
Thomas Loefke (harpa), Angelika Nielsen (violin)

Øll skráin fyri Summartónar 2012.doc(91 KB)




Upplatingartíðir

Mánadag - leygardag: 
kl.10.00-17.00.
Sunnudag:
kl. 14.00 - 17.00.
Melda til tíðindabræv
Framsýningar


Listaleypurin

Tónleikavirðislønin


Nye veje