Babyoperain Korall koral
Leygardagin 28. januar kl. 10.00, 11.00 og 15.00
Sunnudagin 29. januar kl. 10.00

verður norska babyoperain Korall koral framførd í Skálanum
Málbólkur eru børn 0-3 ár saman við einum vaksnum.

Kostnaður 140 kr. fyri ein vasksnan og eitt barn, les meir og keyp her:
Lat aftur
Babyoperain Korall koral
Leygardagin 28. januar kl. 10.00, 11.00 og 15.00
Sunnudagin 29. januar kl. 10.00

verður norska babyoperain Korall koral framførd í Skálanum
Málbólkur eru børn 0-3 ár saman við einum vaksnum.

Kostnaður 140 kr. fyri ein vasksnan og eitt barn, les meir og keyp her:
Babyoperain Korall koral við Hanne Dieserud og Silje Aker Johnsen. Tónleikur Maja Ratjke.
Sýningin er framleidd av Dieserud/Lindgren, í samstavi við norsku Nationaloperaina, har Korall Koral eisini hevur verið spæld.

Sýningin er í einum tjaldi í Skálanum og varir 20 minuttir. Aftan á sýningina kunnu børnini spæla við ljóðførini í tjaldinum.

Keyp atgongumerki 28. kl. 10.00
Keyp atgongumerki 28. kl. 11.00
Keyp atgongumerki 28. kl. 15.00

Keyp atgongumerki 29. kl. 10.00

Sýningar fyri vøggustovur verða 30. og 31. januar.

Til ber at síggja myndir og video og lesa um sýningina her
Norrøna Felagið kunningarfund
Mánakvøldið 30. januar kl. 19.00
Kjak- og kunningafundur um Helsingfors-sáttmálan. Høgni Hoydal, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrislimur gevur eina søguliga gjøgnumgongd av norrøna samstarvinum.
Ókeypis atgongd
Lat aftur
Norrøna Felagið kunningarfund
Mánakvøldið 30. januar kl. 19.00
Kjak- og kunningafundur um Helsingfors-sáttmálan. Høgni Hoydal, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrislimur gevur eina søguliga gjøgnumgongd av norrøna samstarvinum.
Ókeypis atgongd
23. mars í ár eru fimmti ár liðin síðan sáttmálin, sum er grundarlagið fyri politiska samstarvinum millum norrønu londini, varð undirskrivaður.

Tað hendi í finska høvuðsstaðnum Helsinki. Tá í tíðini var vanligt at kalla henda bý Helsingfors, og tí hevur heitið á sáttmálanum líka síðan verið Helsingfors-sáttmálin, tó at tað eru fleiri, ið heldur vilja kalla hann Helsinki-sáttmálin.

Helsingfors-sáttmálin er so at siga grundlógin fyri Norðurlandaráðið, sum er tað parlamentariska samstarvið millum Norðurlond, og eisini fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið er norðurlendska stjórnarsamstarvið.

Av fyrstan tíð vóru bert tey fimm sjálvstøðugu londini umfatað av samstarvinum, men seinni eru Føroyar, Áland og Grønland eisini komin við.
Mánakvøldið 30. januar skipar Norrøna Felagið fyri einum kunningar- og kjakfundi í Norðurlandahúsinum, har ljósvarparin verður settur á Helsingfors-sáttmálan og spurt verður, hvønn týdning hesin sáttmáli og norðurlendska samstarvið hevur fyri Føroyar.
Høgni Hoydal, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrislimur gevur eina søguliga gjøgnumgongd av norrøna samstarvinum soleiðis, sum tað hevur ment seg í tey fimmti árini síðan Helsingfors-sáttmálin varð undirskrivaður.

Høgni er upprunaliga søgufrøðingur. Men hann er kanska eisini tann persónurin í Føroyum, sum hevur arbeitt mest við júst Helsingfors-sáttmálanum, sum limur í Norðurlandaráðnum, umboðandi bæði Løgtingið og Fólkatingið, men eisini sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri norðurlendska samstarvinum.

Júst Helsingfors-sáttmálin hevur verið eitt virkisøki, sum Høgni Hoydal hevur fingist nógv við í norðurlendska politiska starvi sínum, nevniliga í royndini at vinna Føroyum sjálvstøðuga umboðan í norrøna samstarvinum.

Fundurin um Helsingfors-sáttmálan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 30. januar kl. 19. Eftir uppleggið hjá Høgna Hoydal verður høvi at seta fram spurningar og kjakast um evnið.
Barnadansurin 2011/12
Hvørt fríggjakvøld í vetur er føroyskur barnadansur í Dansistovuni kl. 20.00

Øll eru hjartaliga vælkomin at dansa.
Les skrá her:
Lat aftur
Barnadansurin 2011/12
Hvørt fríggjakvøld í vetur er føroyskur barnadansur í Dansistovuni kl. 20.00

Øll eru hjartaliga vælkomin at dansa.
Les skrá her:
Hetta er skráin fyri veturin. Eingi nøvn er sett fyri, hvør skipar, men ætlanin er at bæði børn og vaksin skipa tað, teg hava hug til. Hevur onkur hug at skipa, er bert at siga frá. Eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur á skránni ella í heftinum.

7. oktober - Eingin skrá

14. oktober - Heystferia

21. oktober - Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

28. oktober - Sigmunds kvæði yngra, Gurbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Mallebro, Burtur á heiði, Veturin kom.

4. november - Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

11. november - Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Mallebro, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

18. november - Sigmunds kvæði yngra, Gurbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

25. november - Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Mallebro, Burtur á heiði, Veturin kom.

2. desember
- Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom. Vit dansa jólatræ eftir steðgin.

Jólafrí

6. januar - Ormurin Langi, Sankta Mortan, Sigmunds kvæði yngra, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

13. januar
- Hr. Sinklar, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Sankta Simeon, Øskudólgur, Mallebro, Burtur á heiði, Veturin kom.

20. januar
- Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Sankta Mortan, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

27. januar - Sigmunds kvæði yngra, Gurbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Sankta Simeon, Mallebro, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

3. februar
- Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.

10. februar - seinasta dansikvøld - Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom.
Vetrarjazz 2012
Leygardagin 28. januar
Nýggj skrá fyri leygardagin:
kl. 15.00(Café) MIKÉ THOMSEN (GL) sang, gittar; kl 15.40 AGNAR & HERLUF
kl 16.20 MAGNUS;  kl 17.10 ARCTIC YGGDRASIL

Atgongumerki á 125 kr, keyp atgongumerki

Sunnudagin 29. januar - ókeypis atgongd
kl 15.00 Barna-konsert
kl 16.00 BLUE JOURNEY

Lat aftur
Vetrarjazz 2012
Leygardagin 28. januar
Nýggj skrá fyri leygardagin:
kl. 15.00(Café) MIKÉ THOMSEN (GL) sang, gittar; kl 15.40 AGNAR & HERLUF
kl 16.20 MAGNUS;  kl 17.10 ARCTIC YGGDRASIL

Atgongumerki á 125 kr, keyp atgongumerki

Sunnudagin 29. januar - ókeypis atgongd
kl 15.00 Barna-konsert
kl 16.00 BLUE JOURNEY

Aðrar konsertir á VETRARJAZZ 2012

TÝSKVØLD 24. januar kl 21.00 Hvonn: LAUV

MIKUKVÆLD 25. januar kl 19.30 Miðlahúsið: LAUV

HÓSKVØLD 26. januar kl 21.00 Hvonn:  MONKEY RAT

FRÍGGJADAG 27. januar kl 16.30 Tutl:  MIKÉ
                                                  kl 21.00 Hvonn: FROÐBIAR SÓKNAR
                                                  BLUESORKESTUR
                                                  kl 23.30 Perlan: NORSE NEXUS
                                                  kl 01.00 Perlan: TJANT

LEYGARDAG 28. januar kl 11.30 Havnar Kirkja: JARNBROT OG
                                                SVANGIR SEYÐIR
                                                kl 19.30 Miðlahúsið: BÁRÐUR JOHANNESEN
                                                kl 21.00 Hvonn: GIPSY TRAIN
                                                kl 23.30 Perlan: KÁRI SVERRISSON
                                                kl 00.30 Perlan: BENDAR SPÓNIR
                                                kl 01.30 Perlu-JAM


Uriah Heep kvøld við John Lawton + Deiggj
Leygarkvøldið 4. februar kl. 21.45
Standikonsert. Dyrnar og kaffistovan Borðkrókur lata upp klokkan 21.00
Kostnaður 230 kr. í forsølu, avmarkað atgongd.

Keyp atgongumerki
Les meira, eisini um tilboð uppá gisting o.a., her:
Lat aftur
Uriah Heep kvøld við John Lawton + Deiggj
Leygarkvøldið 4. februar kl. 21.45
Standikonsert. Dyrnar og kaffistovan Borðkrókur lata upp klokkan 21.00
Kostnaður 230 kr. í forsølu, avmarkað atgongd.

Keyp atgongumerki
Les meira, eisini um tilboð uppá gisting o.a., her:
Fyrsta vikuskiftið í februar fáa føroyskir Heep fjepparar og onnur aftur møguleika at uppliva John Lawton, fyrrveranda sangara í Uriah Heep, saman við føroyska rockbólkinum Deiggj, sum í september í fjørð høvdu spælt saman í heili 30 ár.

John Lawton og Deiggj spældu fyrr í ár á stóra Jelling Festivalinum í Danmark. Konsertin gekk sera væl og avgjørt var tískil, at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum í 2012. John Lawton og Deiggj høvdu eina konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í 2010, sum varð send í sjónvarpinum nýggjársdag.

Lawton avloysti Byron
John Lawton var sangarin, sum loysti av David Byron í 1976. Lawton hevur innspælt fleiri hitt við Uriah Heep frá 1976 - 79, nevnast kunnu løg sum Free me, Wiseman, Hanging tree, Symphaty, Firefly og Come back to me

Kvinnuligir gestasangarar og nýggj skrá
John Lawton, Dennis Lave og Deiggj fara at syngja fleiri av gomlu Heep hittunum - eisini tey, sum upprunaliga vórðu innspæld av David Byron og Uriah Heep fyrst í sjeytiárunum. Onkur onnur Heep løg verða at hoyra á konsertini og hartil verða 3 kendir føroyskir kvinnuligir gestakórsangar við á konsertini. Hesar eru Malan Eyðunsdóttir, Anna Maria Olsen og Laila Carlsen.

Ætlanin er at hava nakrar venjingar saman við John Lawton áðrenn konsertina leygarkvøldið 4. februar. Deiggj hava síðan Jóansøkufestivalin 2007 spælt ein hóp av Uriah Heep løgum í Føroyum og uttanlands, bæði einsamallir og saman við John Lawton. Lagt verður upp til eitt brak av einari standikonsert í Norðurlandahúsinum.

Teir, sum eru við Deiggj eru Páll Lave, Dennis Lave, Sverri Heinesen, Pætur Mohr Dam, Rani H. Christiansen og Fróði Vestergaard. Tøknikur er Jónas Block Danielsen.

Umframt í Norðurlandahúsinum, eru atgongumerki til konsertina eisini til keyps á hesum støðum:
TUTL í Tórshavn
EFFO á Tvøroyri
Kunningarstovuni í Klaksvík, Runavík og Tórshavn

Útselt er á Hotel Tórshavn! men tað ber til at fáa sama tilboð á Hotel Føroyum
 
Tilboðið er  uppá gisting hetta kvøldið(4 febr.). Fyri einans 1.160 kr. fær tú  eitt dupultkamar við morgunmati og 2 atgongumerki til sjálva konsertina.
Keyp  atgongumerki v. gisting á Hotel Føroyum
DIVAZ konsert
Leygardag, 11. februar kl. 19:30
Undirhaldandi og stórsligin konsert við DIVAZ, alias: Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen.

Atgongumerki kr. 200,-
Keyp atgongumerki:
Lat aftur
DIVAZ konsert
Leygardag, 11. februar kl. 19:30
Undirhaldandi og stórsligin konsert við DIVAZ, alias: Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen.

Atgongumerki kr. 200,-
Keyp atgongumerki:
Bólkurin Divaz við teimum trimum Onnu Mariu Olsen, Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen á odda hevur veruliga sligið navn sítt fast á føroyska tónleikapallinum. Serliga eru tað stórslignu konsertir teirra á Òlavsøku og á Summarfestivalinum, ið hava gjørt, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa bólkin at hava fleiri konsertir. Aftan á nakrar væleydnaðar konsertir á smærri spælistøðum millum jól og nýggjár hevur bólkurin nú tikið stigið at gera eina risastóra konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 11. februar.

Divaz lata tað visuella og tað tónleikaliga ganga upp í eina hægri eind, og leggja seg eftir at undirhalda áhoyraran við sangi og tónleiki á høgum støði. Umframt sera dugnaligar tónleikarar, ið leggja eitt høgt tonleikaligt støði, er tað serliga ymiskleikin hjá teimum trimum songkvinnunum, ið eyðkennir bólkin Divaz. Tær eru allar tríggjar sterkir solistar á sínum øki, men saman hava tær funnið eitt sera áhugavert og serstakt samljóð.

Stílurin hjá Divaz er undirhaldandi og fangandi tónleikur, ið tekur støði í popp-, rokk-, soul- og R&B- tónleiki. Tey spæla og framføra løg, ið tey veruliga elska, og hetta smittar av - fólk gerast í góðum lag og fáa hug at svinga við til tónleikin.

Tey í Divaz eru nú eisini farin undir eitt samstarv við Kristoffer Mørkøre, ið skrivar og framleiðir tónleikin til nýggju fløgu teirra, ið væntandi kemur út tíðliga í summar. Á konsertini verður eisini høvi at hoyra okkurt av hesum nýggja tilfarinum.
Ung í Føroyum, endasýning
Sunnudagin, 19.februar kl. 18:00
Spennandi sýning við nøkrum av tí, Ung í Føroyum hava avrikað hesuferð.
Kostnaður 80,- kr.

Keyp atgongumerki

sí meiri kunning á www.ungiforoyum.info

Lat aftur
Ung í Føroyum, endasýning
Sunnudagin, 19.februar kl. 18:00
Spennandi sýning við nøkrum av tí, Ung í Føroyum hava avrikað hesuferð.
Kostnaður 80,- kr.

Keyp atgongumerki

sí meiri kunning á www.ungiforoyum.info

Spennandi fyrilestur um undirsjóvarføroyar
Týskvøldið 7. februar kl. 19.30
Fyrilestur við fotomyndum um lívið í sjónum. Frítíðar- og vinnukavarin Ingi Sørensen greiðir frá djóra- og plantulívi, skipsvrøkum, støðum og øðrum spennandi niðri við havsins botn.
Ókeypis atgongd
Lat aftur
Spennandi fyrilestur um undirsjóvarføroyar
Týskvøldið 7. februar kl. 19.30
Fyrilestur við fotomyndum um lívið í sjónum. Frítíðar- og vinnukavarin Ingi Sørensen greiðir frá djóra- og plantulívi, skipsvrøkum, støðum og øðrum spennandi niðri við havsins botn.
Ókeypis atgongd
Havbotnurin, taraskógurin og lívið í sjónum. Gjøgnum fleiri ár havi eg avmyndað Føroyar undir vatnskorpuni og við hesum vil eg bjóða fram ein livandi fyrilestur, har eg í myndum og orðum greiði frá mínum mongu spennandi upplivingum úr okkara undirvatnsverð.

Har eru myndir av alskyns fiskasløgum, verum, gróðri og litføgrum taraskógi. Eisini eru myndir av skipsvrøkum. Søgur sum ongantíð rættuliga eru sagdar, men sum nú koma undan kavi. Myndir av víkum, firðum og sundum frá nýggjum og ókendum vinklum

Eitt sindur um fyrilestrarhaldaran:
Eri útbúgvin vinnukavari frá Norsk Yrkedykker Skole. Men eri tó fyrst og fremst sport- og frítíðar kavari og havi tikið eina ørgrynnu av fotomyndum í sjónum kring Føroyar.

Eg havi haft fleiri foto-framsýningar m.a í Norðurlandahúsinum og í næstum skal ein framsýning út at ferðast í norðanlondum. Higartil eru myndir hjá mær endurgivnar á átta frímerkjum, sum Posta gevur út – fýra í 2010 og fýra í 2012. Eisini eru myndirnar nýttar í ferðavinnuni, á heimasíðum og til faldarar.

Eg havi hildið fyrilesturin fyri m.a lærarum, skúlanæmingum, starvsfólki á Havstovuni og á stórum tiltaki á Hotel Føroyum. Og hevur fyrilesturin veri sera væl móttikin.
Tónleikarar á veg
Konsertrøðin tónleikarar á veg verður:
Sunnudagin 5. februar kl. 16.00     klassisk konsert
Sunnudagin 11. mars      kl. 16.00     rútmisk konsert
Sunnudagin 13. mai.       kl. 16.00      crossover konsert og nýggj verk
Atgongumerki á 80 kr. fyri eina konsert, 160 kr. fyri alla konsertrøðina. Keyp atgongumerki her:
Lat aftur
Tónleikarar á veg
Konsertrøðin tónleikarar á veg verður:
Sunnudagin 5. februar kl. 16.00     klassisk konsert
Sunnudagin 11. mars      kl. 16.00     rútmisk konsert
Sunnudagin 13. mai.       kl. 16.00      crossover konsert og nýggj verk
Atgongumerki á 80 kr. fyri eina konsert, 160 kr. fyri alla konsertrøðina. Keyp atgongumerki her:
Klassiks konsert
Rútmisk konsert
Crossover konsert og nýggj verk

Øll konsertrøðin

Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Musikkskúla Miðnámið og Norðurlandahúsið.
Endamálið er, at bjóða bestu umstøður til ungar tónleikarar, sum eru á veg móti konservatorium og hægri tónlistarligari útbúgving.
Endamálið er eisini, at geva føroyingum høvi at hoyra unga tónlist.
Tríggjar konsertir verða fyriskipaðar hvørt ár, ein klassisk, ein rútmisk og ein crossover, har eisini næmingarnir, ið læra tónasmíð, kunnu fáa síni verk framførd.

Skráin til hvørja konsert verður kunngjørd her.
Ung í Føroyum 2012
Fríggjadagin 17. - sunnudagin 19. februar 2012 verður

Ung í Føroyum 2012

Tekningarskjøl og kunning, freist 20. januar.
Les meira her
Lat aftur
Ung í Føroyum 2012
Fríggjadagin 17. - sunnudagin 19. februar 2012 verður

Ung í Føroyum 2012

Tekningarskjøl og kunning, freist 20. januar.
Les meira her
Leyst starv á "Nordatlantens brygge"
Nordatlantens Brygge søger kultur- og udstillingsansvarlig

Brænder du for at arbejde med kunst og kultur, og har du en passion for de nordatlantiske lande og Norden? Så har kulturhuset Nordatlantens Brygge muligvis det rette job til dig!
Lat aftur
Leyst starv á "Nordatlantens brygge"
Nordatlantens Brygge søger kultur- og udstillingsansvarlig

Brænder du for at arbejde med kunst og kultur, og har du en passion for de nordatlantiske lande og Norden? Så har kulturhuset Nordatlantens Brygge muligvis det rette job til dig!

Vi søger en kultur- og udstillingsansvarlig til at stå for planlægning, udvikling og afvikling af husets skiftende særudstillinger, der viser kunst og kultur primært fra Færøerne, Grønland og Island.

Arbejdsopgaver
Arbejdsopgaverne omfatter bl.a.:

- Overordnet ansvar for kulturprogram og budgetlægning
- Planlægning og gennemførelse af udstillingsprogram
- udvikling og afvikling af arrangementer i forbindelse med udstillingerne - f.eks. foredrag, workshops, særomvisninger mv.
- opsøgende arbejde i forhold til udvælgelse af udstillinger
- produktion af udstillinger
- medvirken til produktion af udstillingskataloger og -foldere
- kuratering af udstillinger
- ansvar for ophængning af udstillinger
- fundraising
- samarbejde med skoletjenesten omkring formidling af udstillinger
- samarbejde med og netværkspleje af relevante institutioner og kunstnere

Det er en forudsætning, at du har en relevant uddannelse og erfaring med at arbejde med kunst og kultur og især udstillinger. Det er desuden en fordel, at du har kendskab til et eller flere af de tre lande: Færøerne, Grønland og Island. Du skal kunne arbejde i et team med organisationens øvrige afdelinger og over landegrænser.

Vi tilbyder
Vi kan tilbyde et udfordrende og afvekslende job på en spændende arbejdsplads med et godt arbejdsmiljø blandt kolleger fra de nordatlantiske lande og Norden.

Vilkår
Stillingen er normeret til fuldtid og aflønnes i henhold til kvalifikationer.

Tiltrædelse
Tiltrædelse ønskes snarest muligt og senest 1. maj 2012.

Om os
Nordatlantens Brygges aktiviteter omfatter tilrettelæggelse, formidling og afvikling af kulturelle arrangementer; herunder bl.a. udstillings-, koncert- og foredragsvirksomhed med tilknytning til Færøerne, Grønland og Island. Derudover driver vi møde- og konferencevirksomhed og står for drift og vedligeholdelse af bygninger og omkringliggende kajarealer. Nordatlantens Brygge huser Færøernes og Grønlands repræsentationer og Islands ambassade samt restaurant noma. Læs mere om Nordatlantens Brygge på www.bryggen.dk.

Yderligere oplysninger
For flere informationer kontakt venligst direktør Karin Elsubudóttir Heinesen på tlf. +45 3283 3700 eller e-mail: karin@bryggen.dk

Ansøgning
Ansøgninger mærkes ”Kultur- og udstillingsansvarlig”, og sendes med cv, relevante beviser og anbefalinger på e-mail til karin@bryggen.dk.

Ansøgningsfrist: mandag den 13. februar kl. 12, 2012.
Wacken Metal Battle Føroyar
Leygarkvøldið 24. mars, kl. 18.30
Talan er um eina  nýggja talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik.

Kostn. 125 kr.

Keyp atgongumerki
Lat aftur
Wacken Metal Battle Føroyar
Leygarkvøldið 24. mars, kl. 18.30
Talan er um eina  nýggja talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik.

Kostn. 125 kr.

Keyp atgongumerki
Leygarkvøldið 24. Mars verður Wacken Metal Battle Føroyar í Norðurlandahúsinum.

Tað eru plátufelagið Tutl og Norðurlandahúsið, ið eru stigtakarir til hetta tiltak. Talan er um eina talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstir og útstráling á palli.

Hugtakið Metal Battle, hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi, og fevnir umleið 30 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari rundu í heimlandinum, vinnarin fær so møguleika, at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið verður hildin 2. – 4. August 2012. Á festivalinum verður eitt finalu umfar, og besti bólkurin vinnur ein plátusáttmála frá týska risa plátufelagnum Nuclear Blast Records.

Seinastu árini hevur føroyskur tungmálmstónleikur veruliga vundið uppá seg, og hevur fingið góða umtalu uttanlands, hóast umhvørvið er lítið í mun til nógv onnur lond á okkara leiðum. Tí ivast fyriskiparnir onga løtu í, at føroyskur tónleikur av hesum slagi kann koma langt, bara bólkarnir fáa møguleikan at prógva seg.

Av tí at hetta er fyrstu ferð, at fari verður undir eitt tílikt tiltak her í Føroyum, hava fyriskiparnir valt at bjóða 6 bólkum við, har manningin strembar hart eftir einari yrkisleið sum tónleikarar. Tískil er talan ikki um opna tilmelding, men um tiltakið eydnast væl, verður tað víðka til næsta ár.

Tiltakið byrjar 18.30, atgongumerkið kostar 125 kr. og fæst til keyps í norðurlandahúsinum.

Eru spurningar viðvíkjandi tiltakinum, kunna fólk ringja á:

225387
738300
225034

Eisini verður víst til hesar leinkjur:

http://www.wacken.com
http://www.metal-battle.com
http://www.facebook.com/pages/Wacken-Metal-Battle-Føroyar

Upplatingartíðir

Mánadag - leygardag: 
kl.10.00-17.00.
Sunnudag:
kl. 14.00 - 17.00.
Melda til tíðindabræv
Framsýningar


Listaleypurin

Tónleikavirðislønin


Stuðul til børn og ung!
Nordic Fashion Biennale
Nordisk Sprogkoordination